Hagtølini hjá Akstovuni vísa, at sølan av nýggjum persónbilum stendur so at siga í stað í mun til fýra teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Nú fýra teir fyrstu mánaðirnir eru farnir av 2011, vísa hagtølini hjá Akstovuni at í ár vórðu seldir 246 persónbilar í mun til 242 í fjør. Sølan av vørubilum er vaksin við 36 prosentum frá 22 til 30 bilar. Samlaði vøksturin av nýggjum akførum er 5,2 prosent.