Hetta framgongur av hagtølunum hjá Bileftirlitinum, sum skrásetir innflutning av akførum. Í alt vórðu í juni mánaði í ár innflutt 240 akfør mótvegis 152 í juni mánaði í fjør. Serstakliga á persónbilum er talan um stóran vøkstur - 182 mótvegis 104.
Og roknað yvir árið, er talan eisini um ein hampuliga stóran vøkstur. 22,3% fleiri akfør eru innflutt higartil í ár.
Somuleiðis er innflutningurin av prutlum nógv øktur. Higartil í ár eru innflutt 210 prutl, og tað talið skal sammetast við tey 102 prutlini, sum komu til landið í fjør.
At fólk keypa nógvar nýggjar bilar tykist tó eisini merkja, at innflutningurin av brúktum bilum minkar. Her siga hagtølini, at føroyingar higartil í ár hava innflutt 220 brúkt akfør. Talið fyrstu seks mánaðirnar í fjør var 346.









