Hagtøl fyri sølu av nýggjum bilum í januar vísa, at niðurgongdin, sum byrjaði seinastu mánaðirnar í fjør, heldur áfram. Í januar í fjør vóru seldir 113 persónbilar og í ár vórðu seldir 32 bilar.
Um vit hyggja eftir mynstrinum fyri søluna av bilum í 2008, sæst at í januar vórðu seldir 143 bilar og sølan toppar í apríl og mai, tá seldir vóru 222 bilar, í juni vóru seldir 175 bilar og frá oktober til og við desember minkar sølan frá 82 til 63 bilar og nú í januar eru seldir tilsamans 41 bilar. Hagtølini vísa at stóra broyingin kom í oktober 2008, tá altjóða fíggjarkreppan av álvara tók seg upp.
Um núverandi gongdin heldur áfram verða neyvan seldir nógvir bilar í ár, men bilasølurnar vóna, at onkur broyting kemur í samfelagsligu gongdina, og umstøðurnar gerast betri hjá fólki at keypa bil.
Sølan av vørubilum er minkað heilt nógv. Í januar í fjør vórðu seldir 26 vørubilar í mun til fýra í ár.
Sølan av vørubilum fall frá 428 bilum í 2007 til 290 bilar í 2008. Vørubilar sum heild blivu dýrari at keypa, tá lógarbroytingarnar viðvíkjandi skrásetingargjøldunum komu í gildi juni í 2008.
Ein orsøk til minkandi søluna av bilum er at føroysku stovnarnir, sum hava fíggjað bilar, eru givnir at fíggja brúktar bilar og útgjaldið til fígging av nýggjum bilum er hækkað frá umleið einum fjórðingi til umleið eina helvt.
Hóast nakrar bilasølur hava útvegað lagaliga fígging við t.d. 25 prosentum í útgjaldi, vísa hagtølini fyri søluni av nýggjum bilum at fólk eru ógvuliga varin.
Frá onkrari av bilasølunum sum hava fígging, eisini til brúktar bilar, verður sagt, at størsti áhugin er fyri brúktum bilum fyri undir 80.000 krónur.
Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri 2008 hjá Akstovuni vísa, at samlaða sølan minkaði við umleið 30 prosentum í mun til í 2007.
Tá ringast stóð til í búskaparkreppuni fyrst í 1990-unum var bilasølan metlág. Tað eina árið vórðu bert seldir125 bilar tilsamans.










