Bilasølan økt við einum triðingi

Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár eru skrásettir 222 nýggir persónbilar. Hetta eru 55 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ella ein øking við 33 prosentum.

Tað eru sum vera man hagtølini fyri persónbilar, sum telja mest í hagtølunum hjá Akstovuni. Akfør tilsamans, sum eru innflutt fyrstu tríggjar mánaðirnar eru 285 í tali, og tá eru tald við neyðsedarakfør, prutl, viðfestisvognar, kampingvognar, lastbilar, leguvognar, vøruvognar og hýruvognar.

Samlaði innflutningurin av akførum tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár øktist soleiðis við 17 prosentum.