Bilasølan í 2011

Nýggjastu hagtølini hjá Akstovuni vísa, at sølan av nýggjum persónbilum í 2011 vaks við 5,8 prosentum til 865 bilar í mun til 2010, tá sølan av nýggjum persónbilum var 817 bilar.

Sølan av vørubilum vaks við 7 bilum, frá 85 bilum í 2010 til 92 bilar í 2011.

Sambært tølunum hjá Akstovuni gjørdist Toyota mest selda bilmerki í Føroyum við 163 bilum, Citroën varð nummar tvey við 154 bilum og Ford nummar trý við 110 bilum.

Samlaði vøksturin av nýggjum akførum var 7,4 prosent.