Bilarnir komnir í land

Í dag eydnaðist at fáa bilarnar úr norsku ferjuni Pride of Telemark, sum fekk skaða í innsilgingini í Hirtshals Teir umleið 90 bilarnir hava staðið umborð á ferjuni, síðani hon sigldi á ein mola í Hirtshals týsnáttina og fór at leka.

Síðani hava fólk hjá tilbúgvingini pumpað sjógv úr skipinum og hildið tí lens. Í dag eydnaðist so tað at flyta tað til eina aðra bryggju og at fáa bilarnar í land.

Reiðaríið KystLink, sum eigur Pride of Telemark, sigur, at felagið fer nú at kanna, hvussu stóran skaða skipið hevur fingið. Síðani verður avgjørt, hvar skipið skal umvælast.