Seinnapartin í gjár var eitt ógvusligt ferðsluóhapp við krossvegin har Ánavegur og Árnafjarðarvegur møtast við oljubryggjuna norðan fyri Klaksvík. Løgreglan sigur, at sum málið liggur nú, hevur tann eini bilurin snarað út fyri hin, so teir stoyttu saman.
Tilsamans vóru fýra fólk í teimum báðum bilunum og tey vórðu øll flutt á sjúkrahús, men seinast løgreglan vitsti, høvdu tey ikki fingið nevnivert mein. Hinvegin fingu bilarnir báðir so stóran skaða, at teir fingu ikki koyrt og sostatt vórðu pláturnar tiknar av teimum.