Fríggjakvøldið hendi eitt ferðsluóhapp í Sandoynni, har ein bilur rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri
Tað var á Skopunarvegnum, at tveir bilar skuldu sama veg, men óhappið hendur, tá ið tann aftari bilurin renur upp í reyvina á tí fremra bilunum.
Løgreglan sigur, at eitt fólk var í hvørjum bili og tey vórðu bæði flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar. Annað varð útskrivað aftur beinanvegin, men hitt fólkið varð innlagt í nátt til eygleiðingar, men tað hevði kortini ikki fingið mein.
Nú roynir løgreglan at fáa greiði á, akkurát hví óhappið hendir. Men sum tað sæst á myndunum, fingu báðir bilarnir so stóran skaða, at teir vórðu settir á staðnum.