Bilarnir fingu nakað av skaða - tvey fólk á sjúkrahús

Tveir bilar rendu saman í Vágum

Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá einum ferðsluóhappi við flogvøllin í Vágum. Ein bilur, sum var á veg vestureftir, og skuldi snara til vinstru oman á flogvøllin, ansaði ikki eftir, at ein bilur kom ímóti honum. Sostatt brast, tá ið hann snaraði og løgreglan sigur, at tvey fólk fóru á Landssjúkrahúsið til kanningar. Tey siga, at bilarnir fingu eisini fitt av skaða.

Løgreglan sigur, at sum tað sær út, er tað bilurin, sum skuldi snara oman á flogvøllin, sum ikki helt víkiskylduna og tí hendi óhappið. Tá ið slík óhapp henda, plaga tað, í minsta lagi, at kosta eitt klipp í koyrikortið, men ofta missur bilførarin eisini koyrikortið treytað, og má sostatt upp til nýggja koyriroynd fyri at varðveita koyrikortið.