Bilarnir dálka trý prosent minni

Strong umhvørviskrøv hjá myndugleikunum hava gjørt, at teir nýggju bilarnir dálka væl minni enn teir eldru. Tøl hjá ES vísa, at teir nýggju bilarnir, sum vórðu keyptir í 2011, dálka trý prosent minni enn teir, sum vórðu keyptir í 2010.

ES-tølini siga, at í 2010 var meðaltalið 140,3 CO2 g/km og í fjør 135,7. Samstundis vísa tølini, at bilarnir, sum vórðu seldir í 2010, dálkaðu fýra prosent minni enn teir, sum vórðu seldir í 2009.

Nógvir av bilunum, sum verða seldir í Evropa, eru eisini gjørdir í Evropa, og tað er líkt til, at verksmiðjurnar kappast um at gera bilar, sum dálka minni. Nýggjar reglur hjá ES siga, at í 2015 skulu nýggir bilar ikki dálka meiri enn 130 g/km. Annars verða teir sektaðir.