Leygarkvøldið um midnáttarleitið hendi eitt ferðsluóhapp í Kollfjarðatunnlinum.
Ein bilur, sum kom koyrandi suðureftir, fór yvir í skeivu koyribreytina, og har rendi hann frontalt inn í ein bil, sum var á veg norðureftir.
Bilarnir báðir fingu stóran skaða av ógvusliga samanstoytinum, men eingin álvarsligur fólkaskaða hendi. Eitt av ferðafólkunum í øðrum bilunum fekk ein minni snudd.
Løgreglan í Havn sigur seg hava illgruna um, at førarin á bilinum, sum endaði á skeivari síðu av vegnum, var ávirkaður av rúsdrekka.










