Bilar stoyttu saman í Hvannasunds-tunlinum

Bilarnir gjørdust vrak, men bilførararnir sluppu uttan mein.

Savnsmynd - tá tunnilin lat upp 19. desember í fjør

Løgreglan fekk um 11 tíðina í gjár fráboðan um, at tveir bilar høvdu stoytt saman í Hvannasundstunlinum. Hóast báðir bilarnir gjørdust vrak, so var eingin fólkaskaði, sigur vaktleiðarin á politstøðini í morgun.

Av tí at førarnir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið og ikki eru avhoyrdir enn, so veit løgreglan enn ikki reiðiliga, hvussu og hví óhappið hendi, men tað verður kannað nærri í dag, tá førararnir báðir, sum vóru einsamallir í bilunum, verða avhoyrdir, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Hann sigur, at hetta er fyrsta ferðsluóhapp í nýggja tunllinum.

 

Savnsmynd - tá tunnilin lat upp 19. desember í fjør