Bilar rendu saman í Søldafirði

Eitt ferðsluóhapp var seinnapartin í gjár í Søldafirði.

Óhappið hendi beint áðrenn klokkan hálvgun fimm seinnapartin í gjár, tá tveir persónbilar rendu saman.

Eingin álvarsamur persónsskaði stóðst av óhappinum, men ein persónur fekk onkran smávegis skaða, verður sagt av politistøðini.

Nógv ferðsla var á vegnum, tá óhappið hendi. Teir báðir bilarnir, ið vóru í óhappinum, vóru ógvuliga illa farnir, men blivu skjótt fluttir av staðnum við kranabili, soleiðis at teir ikki forðaðu ferðsluna á vegnum.

Politiið veit enn ikki at siga, hvussu nógv fólk vóru í bilunum, og um trygdarbelti varð nýtt ella ikki.