Bilar og motorsúkklur í Bella

Biler i Bella, ið er størsta bilaframsýning sum verður fyriskipað í Danmark, verður frá 18.-21. mars við øllum teimum nýggjastu bilunum og sum nakað nýtt - eisini motorsúkklum

Hósdagin 18. mars lata dyrnar upp til størstu donsku bilaframsýningina Biler i Bella í Bella Centrinum á Amager. Á framsýningini verður alt frá teimum nýggjastu og kvikastu sportbilunum til praktiskar familjubilar, umframt at motorsúkklur nú eisini verða sýndar fram fyri fyrstu í Biler i Bella.


Sum nakað nýtt vera kendu donsku bildesignararnir Jesper Hermann og Christian Brandt, sum tekna bilar á básinum hjá MotorMagasinet. Eisini verður ein serligur básur ið nevnist “Ny teknologi”, har alt tað nýggjasta innan alternativ brennievni verður sýnt fram sum t.d. bilar sum verða drivnir við el, brint og hybridbilar.


Framsýningin Biler i Bella er opin í fýra dagar, frá hósdegnum 18. mars til og við sunnudagin 21. mars.