Bilar og MC sum frítíðarítriv

Um vikuskiftið var ein stór bila- og MC framsýning í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn.

Á framsýningini vóru nógvir flottir bilar motorsúkklur og onnur sergjørd akfør. Talan var um bæði luksus- og sportbilar av ymiskum sløgum. Framsýningin varð væl vitjað, og stórur áhugi var fyri hesum serligu akførunum.


Leygardagin varð t.d. skipað fyri einum stórum motorsúkklutreffi á parkeringsøkinum framman fyri høllina.


John Rasmussen, sum stóð fyri framsýningini, sigur, at hetta helst verður eitt afturvendandi tiltak.

Kring landið eru nógvir persónar, sum hava útvegað sær spesiel akfør, sum síðan verða bygd um, lakkerað og dekorerað. Framsýningin vísti, at áhugin er sera stórur fyri slíkum akførum millum fólk, og framsýnararnir fegnast um at sleppa at sýna fram síni frítíðarítriv. Longu nú er avgjørt, at framsýningin verður aftur næsta ár.