Tiltak
Suðuroy: Ert tú suðuroyingur og gongur tú við tonkum um at skifta bilin út? So verður møguleikin hetta vikuskiftið. Tí hetta vikuskiftið verður tað ikki neyðugt hjá tær at fara til bilasølurnar, tí nú koma bilasølurnar til tín.
Og tað er lagamanni at hava børnini við, tí meðan tey gomlu hyggja eftir bili, ber til at lata tey smáu royna seg í hoppiborg ella onkrum øðrum.
Hetta vikuskiftið skipað Gamlaársnevndin á Tvøroyri og Lions Klubburin í Suðuroy fyri stórum tiltaki í ítróttarhøllini á Tvøroyri.
Gamlaársnevndin hevur bilaframsýning við fleiri kendum bilamerkjum. Við á sølustevnuni eru fimm bilasølur: Nordbil, Nordcar, Berg Motors,Wenzel Petersen og Reyni Service. Harafturat eru bæði Tryggingarfelagið Føroyar og lýsingavirki, Lýsing, við á stevnuni at vísa, havt tey hava at bjóða.
Samstundis hevur Lions Klubburin í Suðuroy ymisk tiltøk á skránni. Hjá Lions ber til at royna hoppiborg og ringreið, umframt at ísur og poppkorn verður at fáa. Samstundis verða ymisk sløg av tombola.
Og klokkan 15.30 leygardagin, fara Eyðun Nolsøe og brøðurninr Tróndur og Brandur Enni, at syngja og spæla.
Peningurin, sum gamlaársnevndin fær inn, verður brúktur til nýggjarshaldið á Tvøroyri, sum nú er blivið til eitt hitt stórfingnasta í øllum landinum.
Peningurin, sum Lions fær inn við sínum tiltøkum, verður óskerdur brúktur til vælgerðandi og mentanarlig endamál.
Tiltakið í ítróttarhøllini er opið fríggjakvøldið frá klokkan 19-22, leygardagin frá klokkan 14-20 og sunnudagin frá klokkan 14-20