Bilar og bingjur á sjógv í Kollafirði

- Vit fáa einki gjørt við tað nú, sigur Hans David Hansen, átaksleiðari hjá sløkkiliðnum í Havn.

Áleið 60 fráboðanir um skaðar eru komnar til bjargingartoymið í miðstaðarøkinum í dag. 

 

Har ímillum eru fleiri tekjur og húsaklædningar farnir, og neyst og annað eru farin í ódnarveðrinum. 

 

Tað er kanska ein lítil skái nú, men sum heild er stormurin ringur í dag, sigur Hans David Hansen. 

 

Í Kollafirði hevur standurin verið ringur í allan dag. Bilar og bingjur eru endað á sjónum. 

 

- Tað fáa vit tó ikki gjørt nakað við nú, tí veðrið er so ringt, sigur Hans David Hansen, átaksleiðari.