Bilar ella blæur – seljarin ræður

Í Føroyum skulu vit hava nøktandi brúkaralógir, ið verja okkum sum brúkarar og tryggja okkum okkara sjálvsagda rætt í brúkaramálum

Keypir tú eina vøru ella tænastu, sum ikki er í lagi, er tað seljarin einsamallur, ið stendur til svars fyri tær sum brúkara. Ongastaðni kann seljarin geva nøkrum øðrum skyldina. Ongastaðni uttan í Føroyum!? ?Vit hoyrdu í Degi og Viku herfyri um sjónvarpshyggjara í Streymnesi, ið ikki var nøgdur við tænastuna frá Kringvarpi Føroya, tí har bara kavarok á skíggjanum. Hyggjarin kærir sína neyð fyri Kringvarpinum og boðar frá, at hann ikki vildi gjalda, tí hann fær ikki røttu tænastuna.? ?Men sum so mangan í føroyskum brúkaramálum, so skákar seljarin sær undan ábyrgdini, tí Kringvarpið gav bara eini aðrari fyritøku skyldina – í hesum føri Føroya Tele – og soleiðis syrgdi Kringvarpið fyri, at hyggjarin varð sendur í æviga ringrás við síni kæru, eins og fleiri undan honum.? ?Hetta er sjálvandi bæði órímiligt og púra burturvið! Tí keypir tú eina vøru ella tænastu, sum ikki er í lagi, so er tað seljarin – í hesum føri Kringarp Føroya – sum skal tryggja tær góðskuna. Tað er líka mikið, hvaðan seljarin fær sína vøru, ella hvørja avtalu, hann hevur við annan part. Hann skal veita tær tað, tú rindar fyri, ella geva tær peningin aftur.? ?Men soleiðis er ikki í Føroyum, og tíðin er komin at bøta um hetta óskilið. Tíðin er komin, at vit brúkarar fáa neyðugu lóggávuna, ið skal verja og tryggja okkum okkara sjálvsagda rætt í brúkaramálum.? ?Sum formaður í Brúkarasamtakinum í fleiri ár havi eg vitanina og royndirnar at vinna okkum hesar sømdir. Eg eri rætti maðurin á tingi at arbeiða fyri hesum máli, sum viðkemur tær og mær – ja, sum viðkemur okkum øllum í gerandisdegi okkara.?- vel ein mann, sum torir