Søren Lindquist, framsýningarstjóri í Bella Sentrinum er væl nøgdur við framsýningina Biler i Bella.
Hann sigur, at hóast fíggjarkreppan rakti bilbransjuni sera hart í fjør, sær tað út til at fólk eru meira optimisk í ár, og nógv hava hug at keypa sær ein nýggjan bil.
Áðrenn Bella Sentrið lat aftur í kvøld, segði Søren Lindquist, at tá Biler i Bella endar sunnukvøldið, roknar hann við, at millum 65 og 70.000 fólk hava vitjað framsýningina, og tað er hann væl nøgdur við.
Á framsýningini eru yvir 150 framsýnarar, 42 bilmerkir við nógvum ymiskum modellum. Eisini eru fleiri básar við ellisakførum og serligar framsýningar við elbilum. Fyri fyrstu ferð er framsýningin víðkað til eisini at umfata motorsúkklur og skutarar.
Bilar í Bella er opin til og við sunnudagin 21. mars.










