Á bilaframsýningini, sum hondbóltsfelagið Kyndil skipaði fyri seinasta vikuskifti í Ítróttarhøllini á Hálsi, vóru 6 bilhandlarar við tilsamans 12 bilmerkjum. Bilhandlararnir vóru Bilasølan v. Øssur Johannesen, Berg Motor, Norðbil, Eyðbjørn Hansen, Esmar Simonsen og D.B. Bilar. Super Dekk hevði eisini ein bás við dekkum, har nýggjast Goodyear F1 dekkið varð sýnt fram.
Fleiri nýggjheitir
Av nýggjheitum kunnu vit nevna at á básinum hjá Bilasøluni v. Øssur Johannesen høvdu teir nýggjasta VW Polo og ein Audi 2.5 TDI Quattro við 180 hk. Hesin bilurin var komin higar til framsýningina. Hjá Berg Motor høvdu tey nýggjastu útgávuna av Mazda Premacy. Norðbil hevði ein nýggjan Hyundai Coupé og nýggjastu útgáv-una av Honda CR-V. Eyðbjørn Hansen hevði Suzuki Liana í sedan útgávu. Hjá Esmar Simonsen var Daewoo Tacuma sum vørubilur og D.B.Bilar høvdu 2 nýggjar Kia bilar, Shuma og vørubilin Pregio.