Bilafestivalur: Kjak um bilar og grøna orku

Landsstýriskvinnan, Ingilín Strøm, hevur nógv upp á hjarta um alternativa orku, og spennandi verður at fylgja kjakinum á Bilafestivalinum í dag.

Nú Bilafestivalur er á Toftum alt vikuskiftið, verður eisini forvitnisligt kjak um eitt nú bilar og grøna orku. 

 

Pallborðsfundurin byrjar klokkan 14, og hann verður í stóra tjaldinum á festivaløkinum.

 

Her fara Ingilín Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum, Tummas Pauli av Reyni, Justin Philbrow og Jaspur Jan Olsen at kjakast.

 

Menningin innan grøna orku er stór, serliga á landi, men eisini á sjógvi.

 

Í Føroyum hava vit fingið fleiri el-bilar, og vit hava fingið el-tvíkilju sum arbeiðsbát í alivinnuni.

 

Skjótt koyra nakrir el-bussar fyri Bussleiðina í Havn, og í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin er fyrsta el-gravimaskinan komin.

 

Landsstýriskvinnan, Ingilín Strøm, hevur nógv upp á hjarta um alternativa orku, og spennandi verður at fylgja kjakinum á Bilafestivalinum í dag.