Bilafestivalurin er ikki bara bilar, tó at tað eru bilarnir, sum eru í fokus, men tiltakið er eisini ein familjudagur. Á økinum verða trý tjøld, og eitt av tjøldunum verður eitt spælitjald.

Rættiligt bilabrak verður á Toftum um vikuskiftið

Seinnapartin leygardagin verður forvitnisligt ókeypis tiltak, rópt "spoling og drifting" - ja, vit kunnu siga, at hetta verður fyrsta veruliga rally-koyringin í Føroyum.

 

Bilafestivalurin er ikki bara bilar, tó at tað eru bilarnir, sum eru í fokus, men tiltakið er eisini ein familjudagur. Á økinum verða trý tjøld, og eitt av tjøldunum verður eitt spælitjald.

Hetta vikuskiftið, leygardagin og sunnudagin 27. og 28. august, verður enn ein bilafestivalur á Toftum.

 

Hetta er aðru ferð, at skipað verður fyri einum slíkum bilafestivali á Toftum, og í fjør vóru fyrireikararnir púrasta ovfarnir av sera stóru undirtøkuni, sum festivalurin fekk.

 

- Vit høvdu kanska væntað eini 2000 fólk, um alt gekk væl, men tað tók bara eitt korter eftir upplating, so vóru 2000 fólk á økinum. Talið av vitjandi gjørdist, tá til stykkist kom, fleiri túsund. Í ár eru vit betur fyrireikað upp á at taka ímóti einum nógv størri tali at vitjandi.

 

Tað siga tey, sum standa aftan fyri geniala tiltakið á Toftum leygardagin og sunnudagin.

 

Bilafestivalurin er ikki bara bilar, tó at tað eru bilarnir, sum eru í fokus, men tiltakið er eisini ein familjudagur. Á økinum verða trý tjøld, og eitt av tjøldunum verður eitt spælitjald við hoppiborg, poppkorni, candyfloss og øðrum.

 

At spælitjald er til børnini, ger, at foreldur kunnu "parkera" børnini her eina løtu, meðan tey annars hyggja seg um á festivaløkinum - meðan børnini spæla.

 

Bilafestivalurin verður settur í stóratjaldi leygardagin klokkan 14, og beint eftir letur spælitjaldið upp, eins og skipað verður fyri tombola og lutaseðlasølu.

 

Longu klokkan 15 fáast festivalbúffar til keyps, og tá fer Ólavur á Váli eisini at syngja. Tá kunnu fólk eisini atkvøða um flottastu bilar.

 

Klokkan 16 leygardagin verður pallborðskjak, og klokkan 17.15 verður eisini pallborðskjal. Fyrireikararnir siga, at kjakini bæði verða um ávkavist el-bilar og hámarksferð. Greitt er ikki í løtuni, hvør raðfylgjan verður, men kunnað verður um tað seinni.

 

Tá bilafestivalurin fer av bakkastokki leygardagin, verður eisini okkurt nýtt í føroyskum høpi at síggja.

 

Klokkan 16.30 verður forvitnisligt ókeypis tiltak niðri á kaiøkinum, rópt "spoling og drifting" - ja, vit kunnu siga, at hetta verður fyrsta veruliga rally-koyring í Føroyum.

 

Men, her verður tað ikki ein og hvør, sum sleppur at koyra. Sambært fyrireikarunum er ætlanin, at bæði brandbilur og sjúkrabilur verða á staðnum. Løgregan blandar seg ikki uppí, hvat gongur fyri seg á einum avbyrgdum øki.

 

Økið til rally-koyringina verður bygt upp við fiskakassum, og sum skilst á fyrireikarunum verða áskoðararnir væl vardir, meðan koyrt verður. 

 

Leygarkvøldið klokkan 18.30 fer Janus Wiberg Mortensen at syngja, og leygarkvøldið á bilafestivalinum endar klokkan 20, tá tjaldið letur aftur. 

 

Sunnudagurin byrjar við, at tjaldið letur upp aftur klokkan 14, tá eisini verður latið upp fyri matsølu, tombola og øðrum eydnuspølum, eins og spælitjaldið letur upp. Tá verður eisini høvi at atkvøða um flottastu bilarnar.

 

Klokkan 15 leygardagin fer Herborg Torkilsdóttir at syngja, og klokkan 16 spæla bestu liðini hjá B68 og 07 Vestur á ovara vølli á Svangaskarði. 

 

Sunnukvøldið klokkan 18 verður løtan, tá flottastu bilar skulu veljast, og tá verða eisini vinnarar av lutaseðlum drignir. 

 

*Føroya flottasti 4x4 bilur verður kosin

 

*Føroya flottasti útstillingsbilur verður kosin

 

*Føroya flottasti bilur verður kosin

 

 

 

 

 

 

 

Bilafestivalurin er ikki bara bilar, tó at tað eru bilarnir, sum eru í fokus, men tiltakið er eisini ein familjudagur. Á økinum verða trý tjøld, og eitt av tjøldunum verður eitt spælitjald.