? Nei, vit hava ikki hugsað um, at lækka avgjaldið á bilum, sigur Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri.
Fíggjarmálaráðharrin vísir á, at í sambandi við sama spurning fyri nøkrum mánaðum síðani, so søgdu tær bilasølurnar fíggjarmálastýrið hevði samband við, at ongin stór hækking verður nú í oktober.
? Hækkingin í Føroyum er longu hend, tí bilasølurnar eru langt síðani byrjaðar at hækka, sigur Karsten Hansen.
? Vit hava tí ongar ítøkiligar ætlanir um at lækka avgjaldið á bilum. Prísurin á ymsum vørum hækkar kring heimin, og tá kann tað ikki vera meiningin, at Landskassin skal gjalda allar meirinntøkurnar. So vera skjótt øll avgjøld og allur tollur burtur.
Tó sigur fíggjarmálaráðharrin, at samlaði avgjaldstrupulleikin fer at verða tikin upp um ikki so langa tíð.
? Har verður atlit tikið til umhvørvið og trygd, meðan ongin munur verður gjørdur á um bilurin er Toyota ella okkurt annað bilmerki.