Í Danmark og aðrastaðni hava tey roynt at hava sokallaðar drive-in kirkjur. Tiltøkini hava verið á stórum parkeringsplássum, og so hava bilar staðið lið um lið meðan gudstænasta, sangur og annað hevur verið. Nakrar av hesum drive-in gudstænastunum hava savnað fleiri hundrað ella fleiri túsund fólk.
Nú verður hetta tiltakið roynt í Føroyum.
Tað er missiónshúsið á Strondum, sum í kvøld klokkan 18 skipar fyri einum tílíkum bil-útimøti inni á Hulki.
Øll sita í hvør sínum bili, rulla rútin niður og njóta soleiðis løtuna saman. Signar á Reynatrøð talar og Mariann D. Poulsen hevur vitnisburð, Linda Johansen syngur, og felagssangur verður eisini, boðar missiónshúsið á Strondum frá.
Tey siga, at øll eru hjartaliga vælkomin og at pláss er fyri nógvum bilum.