Bil Minitaxa steðgar eisini flogvallarkoyring

Corona COVIT-19 smittuvandin hevur við sær, at teir 33 hýruvognarnir hjá Taxi (Bil Minitaxa 96 Sp/F) stegða við allari koyring til og frá Vága Floghavn á middegi ídag.

Hesum boðar felagið frá í morgun. 

– Tað vil siga, at vit ikki koyra til komu í dag SK 1777 – kl. 12:20 – og fráferð til RC 456 Kl. 14:30, og eftir hesar tíðirø Viðskiftafólk, sum hava bílagt sær pláss við Taxi, verða vinarliga biðin at finna sær eina aðra koyriloysn til og frá flogvøllinum, skrivar felagið.

– Steðgað verður fyribils at koyra í 14 dagar og boðað verður frá, tá koyringin byrjar aftur, sigur felagið.