Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingslimur, vann herfyri ein bil sama dag sum hann fylti 80 ár. Toyota Corolla bilurin, sum ítróttarfelagið B68 herfyri burturlutaði, varð vunnin av Jógvani Ingvard Olsen á Toftum.
Jógvan Ingvard fylti 80 ár hósdagin 8. juli, tann dagin tá bilurin varð handaður honum hjá Reyni Service í Hoyvík. Bilurin er ein silvurlittur Toyota Corolla til eitt virði upp á 250.000 krónur. Jógvan Ingvard sigur, at fyrsti bilur hann keypti sær var eisini ein Toyota Corolla í 1974.
Í sendingini Bilradio á Rás2 í kvøld kl. 19 er ein samrøða við Jógvan Ingvard, har hann fortelur, at hann minnist tíðina, áðrenn koyrivegur kom til Toftir og um fyrstu bilarnar har.









