Biker og bíbliur saman í Vesturkirkjuni

Hvat hava motorsúkklur, Holy Riders og ein gudstænasta til felags?
Henda spurningin fæst eitt fullgott svar uppá leygardagin í næstu viku, tá ein serstøk MC-gudstænasta verður hildin í Vesturkirkjuni.

Havn: Fyri tey mongu motorsúkklu-áhugaðu verður hetta komandi árið sera spennandi.
Í Føroyum finnast ein hópur av hesum motorsúkklum, og tær gerast bara fleiri og fleiri.
So seint sum í farnu viku kom ein sera snøgg Harley-Davidson til landið. Aðrar munnu helst vera ávegis eisini, nú avgjøldini á teimum lækkaðu við ársskiftið.
Fyrsta tiltakið fyri tey MC-áhugaðu verður leygardagin í næstu viku, tá ein sonevnd "MC-gudstænasta" verður hildin í Vesturkirkjuni í Havn.
Tað er nýggja tvørkirkjuliga motorsúkklufelagið "Holy-Riders MC Føroyar", sum var stovnað í august mánað í fjør, sum tekur stig til hesa gudstænastuna leygardagin 18. februar kl. 18.

Úr øllum landinum
Victor Carlsen, sum er formaður í nýggja felagnum sigur, at teir sjálvandi vóna at veðrið verður teimum til vildar henda dagin.
Um viðrar, so er ætlanin at skipa fyri felagskoyring allan vegin úr Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum og úr Suðurstreymi til hesa gudstænastuna, sigur hann.
Nærri verður kunngjørt, hvar koyrt verður frá í teimum ymsu oyggjunum.
Henda gudstænastan verður skipað í samstarvi við bisp og prestarnar við kirkjuna Bergur D. Joensen og Hera Joensen. Teir hava somuleiðis víst tiltakinum stóran áhuga.
Henda serstaka gudstænastan fer at hava ymiskt spennandi á skránni.
Umframt felagssang, talu og andakt, fer vælkendi Kim Hansen sum solistur at framføra tveir sangir. Somuleiðis fara vælkendu Carlsen-systkini Vanja, Laila, Barbara og Finnur at syngja tveir sangir.
Okkurt annað verður eisini afturat, sum enn ikki er endaliga avtalað.

Biker-Bíblia
Vælkenda "Biker-Bíblian", sum nú í nøkur ár hevur verið eitt amboð til kristniboðan millum MC-fólk, verður eisini umrødd og víst fram á gudstænastuni.
Ætlanin er eisini at býta hana út til tey, ið hava áhuga fyri henni.
"Biker-Bíblian" er eitt danskt Nýggja Testamenti við stuttum vitnisburðum, sum persónar í MC-umhvørvinum uttanlands hava skrivað. Umframt hetta eru upplýsingar um kristiligar motorsúkklufelagsskapir runt allan heimin, og aðrar lýsingar, ið hava við MC-umhvørvið at gera.
Fyrsta upplagið uppá 10.000 eintøk fer nú at ganga undan, so undir gudstænastuni fer talvan at ganga sum stuðul til endurútgávu av teirri donsku "Biker-Bíbliuni", sigur Victor Carlsen.