Hetta er fyrstu ferð at ein slík motorsúkklustevna verður hildin á føroyskari jørð.
Á stevnuna koma kristnir bikarar úr Norðurlondum, umframt úr í tí føroyska felagnum, sum í dag telur um 20 limir.
Útlendsku gestirnir koma til Føroyar við Norrönu mikudagin í næstu viku, og tá verður móttøka í Gamla Kommunuskúlagarðinum, har borgarstjórin Heðin Mortensen býður teimum vælkomnum.
Fríggjadagin í næstu viku byrjar so stevnan í Kelduni í Skálafirði. Her er ætlanin at bikararnir skulu hugna sær, men tað andaliga verður somuleiðis raðfest sera høgt.
Á stevnuni verður leygardagin skipað fyri stórari gospelkonsert í Kelduni, har Eyðun Jacobsen v/familju, Magni Christiansen, Sofus Hansen og systrarnar Vanja, Laila og Barbara luttaka.










