Kuwaitiska blaðið Al-Rai-Aam vil vera við, at teir, sum burturfluttu bretan Kenneth Bigley í Irak, hava latið einum øðrum felagsskapi hann.
Nú sigur Paul Bigley tað sama. Hann hevur gott samband við fólk í Kuwait, og hann sigur seg hava fingið varhugan av, at bróðurin nú situr gísli hjá einum øðrum felagsskapi.
Sum skilst vil felagsskapurin, sum nú hevur Kenneth Bigley sum gísla, hava pengar aftur fyri at lata hann leysan. Teir upprunaligu burturflytararnir kravdu, at allar kvinnur í irakskum fongslum skuldu latast leysar, men amerikanararnir sýttu fyri at gera eftir hesum kravinum.
Paul Bigley sigur við Reuters, at vilja burturflytararnir hava pengar aftur fyri at lata bróðurin leysan, kann ein loysn finnast. Sjálvur hevði hann vónað at fáa hjálp frá bretsku stjórnini, men ta vónina hevur hann mist, sigur hann.
Ístaðin fyri hevur Paul Bigley havt samband við libysku stjíornina, samstundis sum írska stjórnin hevur verið í sambandi við jordanska kongin, Abdullah, og palestinska leiðaranm, Yasser Arafat, fyri at fáa teir at gera sítt til, at Kenneth Bigley verður latin leysur. At Írland er komið upp í málið kemst av, at Kenneth Bigley er hálvur íri.










