Tað verður Sam Allardyce, sum tekur við leysa venjarasessinum í Newcastle. Felagið kunngjørdi í morgun, at trý ára sáttmáli er gjørdur við 52 ára gamla venjaran. Fremsta uppgávan hjá Big Sam verður at fáa skil á hópin í Newcastle, har Obafemi Martins og Charles N’Zogbia ikki vóru partur av seinasta dystinum á kappingarárinum. Og har Michael Owen verður settur í samband við møguliga sølu.