Tað er mangt, ið bendir á, at tað verður Sam Allardyce, núverandi venjari hjá Sunderland, ið fer at taka við starvinum sum næsti venjari hjá Ongland.
Sunderland boðar nevniliga í dag frá, at felagið hevur givið 61 ára gamla venjaranum loyvi at tosa við enska fótbóltssambandið um starvið sum landsliðsvenjari.
- Fótbóltssambandið spurdi Sunderland AFC um loyvi at tosa við okkara venjara. Ætlanin var at talan skuldi vera um samráðingar í trúnaði við fleiri møguligar kandidatar til starvið sum landsliðsvenjari hjá Onglandi, skrivar felagið í tíðindaskrivi í morgun.
Felagið upplýsir, at tey hava loyvt hesum eftir ynski frá Sam Allardyce. Felagið heitir tó á FA um at gera skjótt av.
- Áhaldandi leysasøgurnar um støðuna hjá Sam er ógvuliga oyðileggjandi fyri Sunderland AFC, serliga í hesi týdningarmikla tíðarskeiðinum í kappingarárinum, og vit heita tí á FA, um at virða tað órógv, ið hendan tilgongd skapar, og gera skjótt av í hesum máli.