Big Sam saknar viðurkenning

Líkt er til,a t Blackburn hevur bjargað sær lívið í bestu ensku fótbóltsdeildini, eftir at felagið um vikuskiftið vann 2-0 á Portsmouth. Venjarin Sam Allerdyce, sum tók við starvinum í desember, er nøgdur við, at liðið hevur togað leyst av botninum. - Spælararnir hjá mær hava ikki fingið nakra viðurkenning, men teir hava verið fantastiskir, og nú rokni eg við, at vit hava klárað tað, sigur Big Sam.