Sam Allardyce er í kvøld koyrdur úr starvi sum venjari hjá Newcastle Tað hevur í eina tíð nú verið spátt, at Sam Allardyce saktans kundi gerast næsti enski Premier League venjarin, ið varð koyrdur úr starvi. Og í kvøld hendi tað so.
Big Sam fekk sostatt bert átta mánaðir í sessinum sum venjari hjá Newcastle United.
Úrslitini hava verið ógvuliga sveiggjandi seinastu tíðina, og í kvøld fekk leiðslan í felagnum nokk og gav Big Sam sekkin











