Big Fat Snake við fløgu

Bólkurin Big Fat Snake hugtók mangan lurtara á Jazzfestivalinum í ár. Nú hava teir givið út fløgu við bestu løgunum

Danski bólkurin Big Fat Snake hugtók mangan lurtara á Jazzfestivalinum í Norðurlandahúsinum í ár. Tók kanska enntá onkran á bóli.

Bólkurin hevur nøkur ár á baki og nú er ein nýggj fløga komin á marknaðin við 28 av teirra bestu løgum. 3 nýggj løg eru á fløguni. Millum gomlu og kendu løgini eru bæði Female Voice og Bonsoir Madame.

Fløgan nevnist Recycled, ið merkir endurnýtsla. Hóskandi fyri eina savnsfløgu.