Fríggjakvøldið 7/11 er vælumtókti bólkurin Big Fat Snake gestur í Stjerne for en aften. Hetta er sjálvandi hent at vita hjá teimum, ið lesa leygardagsblaðið fríggjakvøld og eru hetta góð tíðindi hjá ?slangufjepparum?.
Big Fat Snake hevur vitjað í Føroyum og onkur av limunum hevur eisini bond til Føroya. Bólkurin telist millum bestu konsertbólkar síðstu mongu árini í Danmark og hevur royndar tónleikarar, sum eisini saman í hesum bólkinum hava mong ár á baki.
Bólkurin gav fyri stuttum út fløguna One night of Sin og liggur henda á 14. viku á rað á danska topp 10 listanum.
Leygarkvøldið 15/11-03 sendir TV2 úrval av fløguni í ein góðan tíma og kunnu tey, ið síggja rásina hugna sær við góðum tónleiki henda tíman.