Big brother á Hafnia

Mikukvøldið skipar Huxa fyri kunningarkvøldið um sonevnda avlurtingarpakkan

 

 

Heitið á tiltakinum er "Stóri beiggi eygleiðir teg", og verður fokus her sett á nýggja danska avlurtingarpakkan, sum skal betra um amboðini at avlurta borgarar, ið eru undir illgruna.

 

- Vit liva í einum av teim mestu frælsu og opnu samfeløgum í heiminum. Hetta frælsi er grundað á álit á og vælvild móti okkara meðborgarum. Men hetta er eingin náttúrulóg. Kring allan heim stríðast fólk ímóti, at statsvaldið ansar eftir teimum dag og nátt, skrivar Huxa um tiltakið..


- Seinnu árini hevur eftiransing vundið uppá seg kring allan heim. Í dag streyma gølurnar út í miðlarnar í kjalarvørrinum av, at amerikansk avlurting er avdúkað, og lurtitól eru misnýtt. Hetta hevur elvt til heitt kjak í nógvum londum. 

 

- Nýggi danski avlurtingarpakkin í Føroyum skal geva statsvaldinum fleiri amboð at avlurta borgarar, ið eru undir illgruna. Hetta skal hjálpa løgregluni at loysa fleiri álvarsom brotsverk. Fleiri øtast, hvat amboðini kunnu verða nýtt ella misnýtt til. Eingin trygd fæst fyri, at upplýsningarnir ikki falla í skeivar hendur. Summi halda, at hetta er eitt grovt inntriv í privatlívið.

Tiltakið mikukvøldið byrjar klokkan 19, og har fer Mikkjal Thomassen, leiðari á Narkodeildini hjá Løgregluni, at greiða frá, hvussu avlurtingartól verða nýtt í dag. Eisini fer Jógvan Elias Winther Poulsen, løgfrøðingur, at greiða frá, hvørji amboð verða loyvd við nýggja avlurtingarpakkanum. Jón Tyril hugleiðir um týdningin av at verja rættin til privatlív og persónligt frælsi.