Nú er enn eitt liveshow á skránni í X-Factor, og hesaferð kunnu hyggjarar fegnast um, at Big Bandið hjá DR skipar fyri tónleikinum.
Seinastu vikurnar hava hyggjarar gramt seg um, at løgini hava verið so ókend, men soleiðis verður allarhelst ikki í kvøld. Serliga luttakararnir hjá Blachman hava fingið klagur um, at tey syngja so ókendar sangir. Ida Corr og Anne Linnet royndu í síðstu viku at broyta hetta, og taka nakrar kendar sangir við, meðan Blachman framvegis helt fast í, at X-Factor ikki einans skal snúgva seg um popptónleik.
Big Bandið hjá DR hevur hvørt ár verið við í einari sending av X-Factor, og tá hava luttakararnir sungið sangir, sum hóska til hendan tónleikin.
Tað er í kvøld klokkan 19.00, at X-Factor fer av bakkastokki á DR1.