Arminia Bielefeld við Jóan Símuni Edmundssyni í hópinum spældi í kvøld ógvuliga týðandi dyst í 2. Bundesliguni, har teir sum oddalið vóru á vitjan hjá hjá nummar trý, VfB Stuttgart.
Stutt inn í seinna hálvleik legði gamli týski landsliðsáleyparin, Mario Gomez, heimaliðið á odda 1-0. Hesa løtuna stevndu teir ímóti at minka um støðuna í oddastríðnum, har Bielefeld undan dystinum var seks stig frammanfyri VfB Stuttgart.
Eitt korter fyri leiklok eydnaðist tað innskifta Cebio Soukou at javna til 1-1 fyri Arminia Bielefeld, og hetta gjørdist eisini úrslitið.
Jóan Símun Edmundsson sat á bonkinum allan dystin.
Við javnleikinum í kvøld varðveitir Arminia Bielefeld fjarstøðuna niður til hini liðini. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í Bundesliguna, meðan nummar trý skal spæla upp- og niðurflytingardystir.
Týska 2. Bundesliga - oddastríð
1. Arminia Bielefeld, 51 stig
2. VfB Stuttgart, 45 stig
3. Hamburger SV, 44 stig
4. FC Heidenheim, 41 stig
5. SpVgg Geuther Furth, 36 stig