Bielefeld slapp við skrekkinum uttan Jóan Símun

2. Bundesligan: Arminia Bielefeld hevur framvegis kós móti uppflyting, men knæið argar Jóan Símun

Arminia Bielefeld spældi um vikuskiftið fyrsta dystin 2. Bundesliguni eftir koronasteðgin. Tað bleiv til ein 1-1 javnleik móti VfL Osnabrück á heimavølli. Fabian Klos legði heimaliðið á odda, men við næstan seinasta sparkinum í dystinum javnaði Marcos Alvarez fyri VfL Osnabrück.

Tað kom tó væl við, at kappingarneytarnir úr Hamburg SV og VfB Stuttgart báðir snávaðu. Hamburg SV spældi javnleik 2-2 á útivølli móti SpVgg Greuther Fürth, meðan VfB Stuttgart tapti 2-1 á útivølli móti SV Wehen Wiesbaden.

Sostatt er Arminia Bielefeld framvegis greitt oddalið í 2. Bundesliguni við sjey stig fleiri enn kappingarneytarnir. Jóan Símun Edmundsson er í løtuni ikki tøkur, tí knæið er farið at arga hann aftur. Tað er eitt sindur óvist hvussu stóran lut hann fer at megna at spæla restina av hesum kappingarárinum.

##med2##