Jóan Símun Edmundsson, sum í seinastu viku var til royndarvenjing í týska felagnum, Arminia Bielefeld, er nú aftur til venjing í Vejle.
Danska heimasíðan bold.dk hevur í dag eina samrøðu við ítróttarstjóran hjá Vejle, Steen Thychosen, sum greiðir frá at føroyski landsliðsleikarin nú aftur er til venjing í Vejle.
- Jóan Símun Edmundsson venur nú aftur við Vejle, og vit bíða eftir at vit fáa svar frá Arminia Bielefeld um hann. Eg vænti at eitt svar verður klárt antin í dag ella í morgin.
Ítróttarstjórin í Vejle vónar tó, at teir kunnu halda Jóan Símun Edmundsson verandi í felagnum, tí hann er lykaleikari í felagnum.
- Jóan Símun er millum lyklaleikararnar á liðnum hjá okkum, so tað kemur at raka okkum hart, um vit missa hann.
- Men eg havi alla tíðina havt eina avtalu millum okkum báðar, at um okkurt meira avbjóðandi enn næstbesta danska deildin skuldi stungið seg upp, skal hann hava møguleikan at royna tað av.
Steen Thychosen sigur tó, at Arminia Bielefeld má gjalda fyri at fáa føroyska landsliðsleikaran leysan úr Vejle.
- Fyri okkara viðkomandi sóu vit royndarvenjingina sum ein møguleika fyri eina sølu. Jóan Símun Edmundsson hevur framvegis sáttmála við okkum, so um Arminia Bielefeld ætlar at fáa fatur á honum, fáa teir hann ikki ókeypis.
Sostatt verður greitt ein av komandi døgunum, um Jóan Símun Edmundsson endar í týskum fótbólti, ella um hann verður verandi í Vejle BK.