Eftir longri steðg er Biedermeier Trio aftur konsertaktuell í oktober.
Hesaferð fer Biedermeier Trio, sum eru Katja Volovelskaja (floyta), Nikolaos Kapnas (violin og bratsj) og Bo Isholm(gittar), at hava tríggjar gestatónleikarar við.
Teir eru Bjarni Berg (klarinett), Jens Christian Guttesen (sello) umframt Ragnar Olsen (gittar).
Biedermeier Trio og Vinir við áðurnevndu tónleikarum hevur konsert hjá öSTRöM í Tórshavn fríggjakvøldið klokkan 19.
Á skránni verður klassiskur tónleikur við ymiskum ljóðførissamansetingum.
Umframt tónleikur úr Brasiliu eftir tangomeistarin Ernesto Nazareth verður italskur tónleikur úr 1800 - talinum, og hettar er tónleikurin, sum Biedermeier Trio serliga hevur lagt seg eftir at spæla. Her eru tónaskøldini tað kenda operatónaskaldið Gioacchino Rossin, gittar, virtuosurin Ferdinando Carulli og næmingur hansara Filippo Gragnani.










