Parkin í Keypmannahavn verður um at bresta í kvøld, tá unga heimsstjørnan, Justin Bieber, fer á pallin í kvøld. 45.000 atgongumerki eru seld.
Nógvir av fjepparunum eru ungdómar undir 18 ár, og tað merkir, nógv foreldur eisini eru við, og harvið eisini nógvar bilar. Tí mælir løgreglan fólki til at parkera bilarnar langt burtur frá Parkini.
Tað er stórt trýst á júst nú. Tað er sum til ein stóran fótbóltsdyst, og vit høvdu roknað við, at tað fór at skapa trupulleikar, sigur vakthavandi hjá politinum við Ekstrabladet.
Men í mun til ein fótbóltsdyst í Parkini, so royna fólk framvegis at koma so tætt sum gjørligt.
Sambært Ekstrabladet, so býr Justin Bieber á Bella Sky í Ørestad á Amager, har tey hava leigað honum eina heila hædd á sermerkta hotellinum.










