Justin Bieber hevur leingið verið í sjóneykuni hjá fotografum sokallaðum paparazzi fotografum og nú hevur hetta fingið avleiðingar.
Í Los Angeles verður Bieber javnan fylgdur av fotografum, og sambært amerikonsku síðuni tmz.com, so fekk Bieber nóg mikið av fotografunum sunnudagin.
Sambært eygnavitnum steðgaði ein fotografur frammanfyri bilinum hjá Bieder, tá ið hann royndi at fara frá einum biografi nærhendis heiminum í Calabasa. Poppstjørnan bað síðani fotografin um at flyta bilin, men hetta vildi fotografurin ikki, og so var rok.
TMZ skrivar, at ein sakførari, sum sá hendingina, eftirfylgjandi greiddi fotografinum frá, at hann kundi tjena pengar uppá hendingina.
Eftir hetta kom løgreglan og sjúkrabilur á staðið, tí fotografurin gramdi seg um pínu fyri brósti. Stutt eftir varð hann útskrivaður av sjúkrahúsinum.
Tá ið løgreglan kom á staðið var Bieber farin. Løgreglan kannar nú málið, og ætlar sær at seta seg í samband við sangara, fyri at fáa hansara útgávu av málinum.
Hetta veit eb.dk










