Bieber fær ongan Grammy

Hvørki Justin Bieber ella dreingjabólkurin One Direction eru at finna á listanum við teimum tilnevndu til ársins Grammy-heiðurslønir. Tað hevur fingið øði í ikki einans fjepparar men eisini managarin hjá Bieber.

 

Hóast 18 ára gamli Justin Bieber er ein av teimum størstu poppstjørnunum, og hittið "Baby" leingi hevur verið mest sæddað videolag á Youtube, er tað ikki nóg mikið til at blíva tilnevndur eina amerikanska Grammy-heiðursløn.

 

Hvørki One Direction ella Justin Bieber blivu nevndir, tá tey nøvnini á teimum tilnevndu blivu kunngjørd alment. Fjepparar hava líka síðani gjørt vart við sína ónøgd á sosialu miðlunum so sum Facebook og Twitter.

 

Eisini managarin hjá Bieber, Scooter Braun, er í øðini og hevur skrivað soleiðis á Twitter:

 

- Grammy-toymið hevur veruliga kiksað hesaferð. Drongurin hevur leverað vøruna. Fløgan er ein succes og konsertferðin er útseld. Hann hevur uppiborið at fáa hesa viðurkenning, skrivaði managarin.