Bieber er kongurin av Youtube

Justin Bieber eigur fýra av teimum mest sæddu sjónbandaløgunum á Youtube. Aftur í ár hevur youtube.com gjørt eitt yvirlit yvir mest spældu sjónbandaløgini, og Justin Bieber eigur næstan helvtina av tíggju best umtóktu.

 

Mest spælda lagið er »Baby«, sum er víst omanfyri 400 milliónir ferðir. Hini løgini hjá 16 ára gamla dreinginum eru »Never Say Never«, »Never Let Go« og »Somebody to Love Remix«.

 

Sambært Politiken hava fólk lagt omanfyri 13 millónir tímar av sjónbandabrotum úy á youtube.com í ár, sum síðani eru víst meiri enn 700 milliardir ferðir.

 

Topp-tíggju listin yvir mest spældu sjónbandaløgini í 2010 er annars hesin:

 

1. Baby, Justin Bieber

2. Waka Waka (This Time For Africa), Shakira

3. Love the Way You Lie, Eminem

4. Not Afraid, Eminem

5. Rude Boy, Rihanna

6. Never Say Never, Justin Bieber

7. Never Let You Go, Justin Bieber

8. Alejandro, Lady Gaga

9. Somebody to Love Remix, Justin Bieber

10. Telephone, Lady Gaga