Biðjur nú Løgtingið um loyvi at leiga privat havrannsóknarskip

Jacob Vestergaard við nú hava heimild frá Løgtinginum at leiga eitt privat havrannsóknarskip

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fer nú at biðja Løgtingið um loyvi at leiga eitt privat havrannsóknarskip.

Tað sigur hann fyri www.in.fo

 

Hann sigur, at hann er í ferð við at leggja síðstu hond á eitt uppskot sum skal leggjast fyri Løgtingið og har hann biðjur um loyvi til at leiga eitt havrannsóknarskip frá einum privatum veitara.

 

- Fái eg loyvi at leiga eitt privat skip havrannsóknarskip, fari undir tað arbeiðið, sigur Jacob Vestergaard.

 

Tað eru nú fimm ár síðani, at ætlanin at útvega eitt nýtt havrannsóknarskip fyri tann uppslitnað Magnus Heinason av álvara tók seg upp.

 

Tað endaði við, at á vári 2011 samtykti Løgtingið at byggja eitt nýtt skip.

 

Men tá ið hendan samgongan tók við, varð ætlanin slept og ístaðin varð tankin fostraður um at lata ein privatan veitara útvega eitt havrannsóknarskip, sum Havstovan síðani kundi langtíðarleiga.

 

Tá frættist um privatar veitarar, sum vóru áhugaðir at útvega skip, men Jacob Vestergaard sigur, at enn er einki hent í málinum.

 

Og nú hann ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið, veit hann ikki um privati áhugin stendur við, men verður uppskotið samtykt, verður tað loysnin, sigur hann.