Nólsoyingar fáa nú eina almenna umbering frá Róðrasambandi Føroya, RSF.
Tað hendir eftir kappróðurin á Norðoyastevnu, har eitt sindur av ruðuleika stóðst av einum lista, Nólsoyingur hevði tvørtur um í bátinum, frammanfyri róðursmannin.
Beint áðrenn báturin skuldi flotast, komu kravboð frá Róðrarsambandinum at taka listan úr bátinum, annars varð hann kolldømdur.
Men nú biðjur RSF Nólsoyingar um umbering.
- Nevndin í Róðrarsambandinum vil fegin taka í egnan barm og alment umbera mistakið, verður sagt á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum
- Listin hjá lærmonnunum á Nólsoyingi, var als ikki ólógligur, sum tað annars var borið fram av Róðrarsambandinum.
- At listin mátti takast úr bátinum, man heilt sikkurt hava órógvað manningina á Nólsoyinginum sera nógv í róðrinum hendan dagin, og tað harmast nevndin í Róðrarsambandinum um.
- Men gjørt er gjørt, og nevndin kann ikki annað enn læra av hesum og syrgja fyri, at sama mistak ikki hendir aftur, sigur RSF.
Leggjast kann afturat, at Nólsoyingur var aftastur í kappróðrinum á Norðoyastevnu