Tað darvaði ferðsluni nógv, at einasta farleið millum Eysturoynna og Streymoynna varð stongd í fleiri tímar, júst sum fólk vóru um at fáa frí frá arbeiði.
Hendan myndin er tikin um fýratíðina í dag, meðan brúgvin um Streymin enn var stongd eftir ferðsluóhappið. Sum sæst, strekkir bilrøðin seg allan vegin til Hvalvíkar.
Av Skálafjørðinum siga tey, at ferðslan var óbrotin í minst 20 minuttir úr tunnilsmunnanum og til Runavíkar, eftir at brúgvin varð opnað aftur.