Biden yvirhálar Trump í Pennsylvania

Seinasta dagføring av atkvøðunum í Pennsylvania vísir, at Joe Biden hevur yvirhálað Donald Trump.

 

Forsetavalevnið hjá Demokratunum, Joe Biden, hevur yvirhálað sitandi republikanska forsetan, Donald Trump, í Pennsylvania sambært seinastu dagføring av taldu atkvøðunum.

Joe Biden er á odda við eitt sindur fleiri enn 5500 atkvøðum, eftir at tær seinastu taldu atkvøðurnar eru lagdagar aftur at úrslitinum. Tað svarar til eina føring upp á 0,1 prosentstig.

Tað vísir dagføringin hjá AP av uppteljingini sum er víst á heimasíðuni hjá útvarpsstøðini NPR.

Pennsylvania hevur 20 valmenn til vinnaran. Um oddastøðan hjá Biden heldur, kann tað føra hann upp um teir 270 valmenninar, sum skulu til fyri at gerast forseti.

Forsøgni hjá amerikanskum sjónvarpsstøðum og tíðindastovuni AP vísa frammanundan Joe Biden sum vinnara í statunum við minst 253 valmonnum.

Harvið fer ein sigur í Pennsylvania at bera hann upp á minst 273 valmenn í teimum forsøgnunum.

Donald Trump stendur sambært forsøgnunum til at vinna minst 214 valmenn.

Tað verða enn taldar atkvøður í Pennsylvania, har tað sambært metingum hjá AP mangla at telja um tvey prosent av atkvøðunum.

Hvørki forsøgnirnar hjá AP ella hjá amerikansku sjónvarpsstøðunum vilja útiloka, at Trump kann vinna Pennsylvania.

/ritzau/