Joe Biden skal hava sagt við Jens Stoltenberg, at hetta ikki er tíðin til óvissu um, hvør stendur á odda fyri verjusamgonguni, Nato, veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.

Joe Biden vil hava Jens Stoltenberg at halda fram

Tað heldur norska kringvarpið seg vita í dag.

Joe Biden skal hava sagt við Jens Stoltenberg, at hetta ikki er tíðin til óvissu um, hvør stendur á odda fyri verjusamgonguni, Nato, veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.

Eftir tí, sum NRK heldur seg vita í dag, hevur amerikanski forsetin, Joe Biden, heitt á Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, um at vera verandi í starvinum eina tíð aftrat.

 

Tá teir báðir hittust í Hvítu Húsunum herfyri, skal Joe Biden hava sagt, at hetta ikki er tíðin til óvissu um, hvør stendur á odda fyri verjusamgonguni, Nato.

 

- Joe Biden skal eisini hava greitt Nato-aðalskrivaranum frá, at tað higartil ikki hevur eydnast at finna ein avloysara við breiðari undirtøku millum øll Nato-limalondini.

 

Soleiðis sum NRK skilir, halda fleiri keldur, sum vita um tilgongdina til nýggjan Nato-aðalskrivara at siga, at tíðin til Nato-toppfundin í Vilnius miðskeiðis í juli er við at ganga undan.

 

Fleiri hava seinastu vikurnar peikað á danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, sum ein hugsandi møguleika - ikki minst, tá tað gjørdist greitt, at hon skuldi hitta amerikanska forsetan danska grundlógardagin, 5. juni.

 

Men, soleiðis sum Financial Times skrivari hesa vikuna, fekk danski forsætisráðharrin ikki fullan stuðul frá Joe Biden at taka við leiklutinum sum Nato-aðalskrivari.

 

Tí peikar alt á Jens Stoltenberg í løtuni, og NRK skrivar, at talan helst verður um at leingja tíðarskeiðið hjá honum fram til næsta ár.

 

Næsta ár fer verjusamgongan at hátíðarhalda síni 75 ár við einum toppfundi, sum verður í amerikanska høvuðsstaðnum, Washington.

 

Sum skilst, hevur Jens Stoltenberg higartil ikki játtað at halda fram í starvinum. Hann hevur í fleiri umførum sagt, at hann ætlar sær heimaftur til Noregs, tá tíðin hjá honum sum Nato-aðalskrivari er liðug hin 30. september í ár.

 

- Men, samstundis hevur hann ikki avgjørdur sagt nei til enn eina leingjan sum aðalskrivari, leggur NRK aftrat í dag.

 

 

 

Joe Biden skal hava sagt við Jens Stoltenberg, at hetta ikki er tíðin til óvissu um, hvør stendur á odda fyri verjusamgonguni, Nato, veit norska kringvarpið NRK at siga í dag.